Tveir dystir eru í dag leiktir í Burn mansdeildini.
Tað gjørdist sera spennandi í dystinum millum Neistan og KÍF í høllini á Hálsi í Havn. Rani Johannesen (myndin) skoraði sigursmálið til 21-20 til Neistan, tá bert trý sekund vóru eftir av dystinum. Í steðginum var eisini bert eitt mál á muni. Tá var Neistin á odda 10-9.
Nikolai Bliznov var við fimm málum toppskjútti hjá Neistanum. Hans Eli Sigurbjørnsson var við seks málum toppskjútti hjá KÍF.
Í høllini á Skála vann StÍF ein knúsandi 44-23 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum var støðan 23-11 til strandingar.
Jógvan Andreas Lamhauge, Oddur T. Heinesen og Silas F. Jacobsen vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá StÍF. Við sjey málum var Tóri Ragnarsson toppskjútti hjá Team Klaksvík.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##
##med4##














