Sambært miðlaskrivstovuni í Dubai fingu fýra starvsfólk á flogvøllinum skaða.
Miðlaskrivstovan hevur sagt, at ein drona er skotin niður, og at leivdir í sambandi við hana elvdi til ein lítlan eld, sum fevndi um fasaduna á Burj Al Arab.
Her hava ongar fráboðanir verið um skaðar, stendur í fráboðanini.
Dubai, sum er partur av Sameindu Arabisku Emiratunum, er miðdepil í Miðeystri fyri ferðavinnu og handil, og altjóða flogvøllurin er ein av heimsins mest vitjaðu miðdeplum fyri flutning og flogferðslu.
Burj Al Arab hevur verið eitt vørumerki fyri Dubai í nógv ár.
/Ritzau/











