Landsliðskiparin, Pernille Brandenborg fekk ein sigur undan teimum báðum EM-undankappingardystunum móti Portugal.
Á heimavølli í OBOS Arena í Hamar vann liðið hjá Pernille, Storhamar 33-26 á Fredrikstad í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Storhamar bert á odda við einum máli, 15-14.
Pernille skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir.
Storhamar er næstfremst í deildini við 36 stigum, sama stigatali sum oddaliðið, Sola, ið tó hevur spælt ein dyst færri.
18. mars kann Storhamar taka oddasessin frá Sola. Tí tá verður oddadystur millum liðini í OBOS Arena.











