- 38 ár síðan, eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Sandoyar Tjóðveldisfelag. Og øll løgtingsvalini, síðan eg á fyrsta sinni í 1998 varð valdur á løgting, havi eg verið á listanum.
Hetta skrivar Páll á Reynatúgvu á sínum Facebook-vanga seinnapartin í dag, og hann leggur aftrat:
- Soleiðis verður ikki hesuferð.
Páll á Reyatúgvu vísir á, at avgerðin um ikki at stilla uppaftur varð tikin eftir seinasta - nakað miseydnaða - val, sum hann tekur til.
- Góða eydnu til tykkum, sum skulu flyta tjóðina fram á leið og sum skulu hjúkla um føroyska fólkaræðið, sigur fyrrverandi løgtingslimurin hjá Tjóðveldi, sum eisini hevur verið løgtingsformaður.











