Fyrst av øllum skal eg takka fyri, at eg varð boðin við til hesa hugnaligu løtuna saman við tykkum.
Hugaligt at síggja, at tit í so góðari tíð leggja lunnar undir, hvussu arbeiðast skal næsta vetur.
At tað eru mong, ið síggja fram til, hvat tit hava at bjóða til ta tíð, er eingin ivi um.
Kvøldskúli í Havn tók seg upp síðst í næstsíðstu øld, men áðrenn tað var kvøldið nakað serligt.
Vit kenna jú reglurnar úr sanginum “Burtur á heiði” hjá Hans Andriasi Djurhuus:
“Omman á bríkini sigur frá søgum,
abbin úr fjøruni kemur við øðum,
oman kemur maður av Gørðum.
“Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!”
Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
Har kemur Klæmint við kørðum.”
Ikki sørt, at henda gamla fólkalívsmynd eisini kundi verið ein mynd av kvøldskúlanum í dag.
Bara hetta at sita undir hvørjum orði eitt vetrarkvøld, fáa ein drekkamunn og at vera saman.
Tíðin er ein onnur, men vit kenna huglagið aftur í tátíðar kvøldskúlanum, um vit kunnu siga tað so.
Nú er tað ikki á bríkini ella úr fjøruni ella oman av Gørðum, men í nútíðar kørmum.
Kvøldskúlin ber okkum lærdom innan alskyns øki, og har er nakað at vera saman um.
Turru tølini tala eisini sítt egna mál, um vit skulu gera okkum eina mynd av Kvøldskúlanum.
Í vetur eru tit til dømis 136 lærarar ella undirvísarar, ið hava ikki færri enn 2600 næmingar.
Tað svarar til, at 11 av hvørjum 100 borgarum í Tórshavnar kommunu ganga í kvøldskúla.
Lærugreinarnar eru 136 í tali, og tit eru á 30 ymiskum støðum í allari kommununi.
Tað eitur kvøldskúli, men er kortini so nógv meira enn bara ein skúli, sum vit kenna tað.
Skúlastovunar, um vit kunnu siga tað so, kunnu vera so mangt, tí fakini eru so øgiliga ymisk.
Okkurt krevur talvu, okkurt krevur serlig amboð, og í øðrum førum eru karmarnir mest avgerandi.
Men eingin ivi er um, at tit ikki bara læra frá tykkum, men eisini gleða tykkara næmingar.
Tað er bara at spyrja tey, ið ikki trivust sum skúlanæmingar á barnaárum, men gera tað nú.
Lærdómur er lættur at bera, sigur orðatakið, og har hjálpa tit væl til.
Kvøldskúlin ger tað møguligt hjá mongum at fara undir tað, tey ongantíð komu til í lívinum annars.
At ein fimtingur av næmingunum eru millum 60 og 90 ár – og onkur eldri – sigur eisini sítt.
Tað er altíð skilagott at stimbra “tær smáu gráu”, og so er tað ongantíð ov seint at koma í gongd.
Sjálvur havi eg havt nógv við Kvøldskúlan at gera, men ongantíð havi eg gingið í kvøldskúla.
Tá ið eg síggi, hvussu vítt aldursspennið er, átti eg kanska at umhugsað at meldað meg til okkurt.
Kvøldskúlin kann so nógv, bæði sosialt, mentanarliga og eisini reint pedagogiskt.
Sosialt hevur hann stóran týdning, tí kvøldskúlafólkini verða sjóðað saman og hugna sær.
Mentanarliga hevur Kvøldskúlin bjarga so mongum, ið annars kundi verið farið fyri bakka.
Millum annað aldargamalt handverk, so sum bátasmíð og annað, ið her verður varðveitt.
Pedagogiskt er Kvøldskúlin við til at fremja fólkaupplýsing og fólksliga frálæru.
Nú er skjótt løgtingsval, og eitt av nógv umrøddu málunum væntast at verða útlendingamál.
Hevur tú sagt útlendingamál, so er ikki langt frá, at næsta orðið er integratión.
Eisini har hevur Kvøldskúlin ein leiklut, tí bæði føroyingar og tilflytarar fáa undrvísing í máli.
Tað fortelur kanska eitt sindur um eina breidd og vídd, ið ger Kvøldskúlan til nakað serligt.
Bara henda veturin bjóðaði skúlin 46 nýggjar lærugreinar, so tað grør um gangandi fót.
Sum nevnt, havi eg havt nógv við Kvøldskúlan at gjørt stórt sæð øll míni ár í býráðnum.
Hetta hevur bæði verið sum borgarstjóri og formaður í mentanarnevndini.
Tað stavar longu frá tíðini, tá ið Poli Nólsoy í síni tíð fór undir at fyrireika Kvøldskúlan.
Ja, ótrúligt at síggja, hvussu Kvøldskúlin á øllum økjum hevur ment seg hesa góðu hálvu øldina.
Persónliga havi eg á hvørjum ári ikki minst glett meg til tær flottu kvøldskúlaframsýningarnar.
Nú hava tit seinnapartin sett út í kortið, hvussu komandi skúlaár hjá Kvøldskúlanum skal síggja út.
Eisini hava tit hoyrt Pál Weihe greiða frá um Finsen og Panum, ið gjørdu tað ómøguliga møguligt.
Tað er kanska ikki so fremmant fyri tykkum, tí onkursvegna er tað eisini tað, tit megna at gera.
Tit gera í øllum førum tykkara til, at tað skal vera lætt og gott at setast aftur á skúlabonk.
Gott er eisini – sum nú – at fáa eina løtu, har annað enn bara tað fakliga er á skránni.
Ein betri biti, gott selskap, sangur og tónleikur, og so hugnaliga samveran – tað ger lívið gott at liva.
Fyrst kallaðist tað Kvøldskúli, síðani Kvøld- og Ungdómsskúli, og nú eitur tað aftur Kvøldskúli.
Men tit eru í gongd allan sólarringin, so kanska tað endar við at eita Morgun-, Dag- og Kvøldskúli.
Í øllum førum kunnu vit gleðast um, at brádliga fallið í næmingum, korona elvdi til, er vent.
Nú gongur aftur rætta vegin, og eg ivist ikki í, at skjótt fer talið aftur upp um 3.000 næmingar.
Eg ivist heldur onga løtu í, at tit eru til reiðar at taka ímóti – fylt av íblástri og góðum hugskotum.
Tykkara partur liggur so ikki eftir, og tøkk skulu tit hava fyri tað.
Eg vil ynskja tykkum øllum góðan arbeiðshug – bæði nú, eins væl og í komandi kvøldskúlaári.
##med2##
##med3##
##med4##
Takk fyri!
Heðin Mortensen














