Einans 40 børn vórðu fødd í Suðuroynni í fjør. So lágt hevur talið ikki verið í fleiri áratíggju. Tí er tørvur á átøkum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági við Kringvarpið í tíðindunum í dag.
í sjeyti- og áttatiárunum var burðartalið javnan oman fyri 80 árliga, men seinastu 20 árini hevur tað ligið um 50-60. Tískil var árið í fjør tað lægsta í fleiri ár og hetta ørkymlar borgarstjóran í Vági.
- Vit hava tikið málið upp sum eitt álvarsligt mál, sum kann fáa avleiðingar fyri oynna, um ikki talið vaksur aftur. Kommunustýrislimirnir hava sitið saman síðani fyri jól, har við hava arbeitt við átøkum, sum kunnu stuðla upp undir fleiri størv, ið kunnu draga fólk til Suðuroynna, sigur hann við Kringvarpið.