– Tað hevur ligið í kortinum alla tíðina, at tá Vágatunnilin var útgoldin, so skuldi vera frítt at koyra. Tað sigur løgtingsmaðurin Eivin Jacobsen, sum er ósamdur við tulkingina hjá løgmanni av tunnilslógini.
Eivin Jacobsen vil tí hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjar- og tunnilsmálum, at svara fimm spurningum um tunnilsgjaldið. Eivin Jacobsen spyr millum annað, um ætlanin er at allur útvegnarkostnaðurin skal fíggjast við tí bummgjaldi, sum verður lagt á øll tey, ið brúka tunnilin. Eisini upphæddin, sum landið setti í partapeningi inn í felagið.
Spurningurin verður settur, hóast Kaj Leo Holm Johannesen 10. september í fjør svaraði einum líknandi spurningi frá løgtingsmanninum Poul Michelsen. Tá svaraði løgmaður soleiðis:
– Eftir lógini skal útveganarkostnaðurin gjaldast aftur, bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni, svaraði Kaj Leo Holm Johannesen í løgtinginum 10. september í fjør.
Ein niðurstøða, ið Eivin Jacobsen snøgt sagt er ósamdur við.
– Síðani hetta svarið hjá løgmanni hava løgfrøðingar víst á, at lógin eigur ikki at tulkast á henda hátt. Eg eri ikki samdur við tulkingini hjá løgmanni, og harumframt haldi eg tað vera órímiligt og at gera mun á landsins borgarum, um innskotið hjá landinum eisini skal fíggjast av teimum, sum brúka tunnilin, sigur Eivin Jacobsen.
Sambært tingskipanini hevur Jørgen Niclasen 10 yrkadagar at svara grein-52 fyrispurninginum frá Eivin Jacobsen.
Hoyr samrøðu við Eivin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.