Bumbur og skjóting í Irak

Í minsta lagi 20 fólk doyðu, og 37 vórðu særd, tá vápnaðir menn lupu á løgregluna og trygdartænastuna í Irak í morgun. Sum skilst eru nøkur sivilfólk millum teirra, sum doyðu.

Tíðindastovurnar skriva, at tríggir vápnaðir menn lupu á eina løgreglustøð vestan fyri býin Tikrit. Fýra lógu eftirá. Í býnum Al-Buslaibi norðan fyri Bagdad brast ein bumba, sum kostaði fýra hermonnum og einum løgreglumanni lívið. Tætt við Mosul har norðuri í landinum brast ein bilbumba. Sjey doyðu, og 12 vórðu særd, og í Tur Khurmatu doyðu fimm fólk av tveimum bilbumbum. Her vórðu 20 særd.

Dagurin í gjár var eisini blóðugur í Irak. 19 fólk doyðu í skotbardøgum og spreingingum, skrivar AFP.