Bumbaðu kristna bókasavnið í Gaza

Ísrael: Um vikuskiftið lupu menn í gekkaskortum á bókasavnið hjá KFUM í Gaza og sprongdu tað sundur og saman.

Eingin kom til skaða, men í túsundatali av bókum er farnar fyri skeyti, eins og stórur materiellur skaði var á bókasavnið. Menninir løgdu eina aðra bumbu á sama stað, men hon sprongdist ikki. Einki verður sagt um, hvør bólkur ið framdi atgerðina, men síðani Hamas fekk valdið í Gaza eru fleiri og fleiri kristin og kristnir felagsskapir vorðin atsóktir.