Bulgaria steingir mark

Makedonia hevur stongt tað mesta av markið sínum ímóti Grikkalandi, og nú letur eisini Bulgaria markið aftur.

Bulgarar hava tikið avgerð um at senda gott 400 hermenn og aðra trygdarmanning út at hava eftirlit við grikska markinum, og verður brúk fyri meira fólki, kunu 500 persónar sendast aftrat eftir stuttari freist.

Bulgaria hevur 470 kilometra felags mark við Grikkaland, men stórur partur av hesum er í fjøllunum, og roknað verður við, at innflytarar bara kunnu fara um markið á einum triðingi av teininum.

Áður hevur Bulgaria sent 2.000 politistar at verja markið mótvegis Turkalandi, og millum annað eru 30 kilometrar av píkatráði lagdir út fyri at styrkja um verjuna av markinum.

Umleið 13.000 fólk hava rent seg føst við markið millum Grikkaland og Makedonia, og griksku myndugleikarnir siga støðuna verða so spenta, at har verður helst lýst undantaksstøða.