Í samband við franska mentanarfestivalin í Norðurfraklandi, Les Boréales (Norðljósið), skal Budam fríggjadagin framføra eina teaterkonsert í Caen. Sum navnið á festivalinum sigur, so varpar festivalurin ljós á norðurlendska mentan í Fraklandi.
Budam luttók á festivalinum í fjør, og er í ár boðin boðin seta upp eina teaterkonsert. Budam hevur seinastu tríggjar vikurnar verið í Caen, har hann saman við Sámal Blak, sceneografi, hevur fyrireikað teaterkonsertina, ið byggir á tónleik á komandi fløgu hansara ?Man?.
Við Budam eru fleiri av okkara fremstu listafólkum. Sámal Blak stendur sum nevnt fyri pallmyndini. Kristina Ougaard luttekur sum dansari og sjónleikari, meðan Jens Thomsen, Magnus Johannessen, Rógvi á Rógvu og Eivør Pálsdóttir eru saman við Budam um at mynda tónleikin.
Tá tiltakið er liðugt í Fraklandi, verður pallmyndin send til Føroyar, og teaterkonsertin verður sýnd í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, 28.
januar 2011.










