Sum nakað nýtt høvdu festivalgestirnir høvi at uppliva eitt films- og bókatiltak á G! festivalinum í ár. Hóast veðrið var av tí allar fagrasta, hevði heilt fitt av fólki leitað sær inn í hálvmyrkrið í stóra betongbygninginum, har films- og bókatiltakið “StagedivinG!” gekk fyri seg leygardagin seinnapartin. Hóast listarliga góðskan var heldur misjøvn, megnaðu fleiri av innsløgunum hvør sær at geva áhoyrarnum eina listarliga uppliving av teimum stóru.
Forførandi Búi
Eitt av avgjørdu hæddarpunktunum var framførslan “Skøkjan og presturin” hjá Budam. At Búi Dam dugir nakað heilt serligt, tá tað ræður um frásøgulist, er eftirhondini staðfest nakrar ferðir. Men at hann eisini megnar at jonglera við viðspælarum, ljóðførum, rødd og teksti á ein hátt, so allir kroppar í rúminum til endan vagga og anda í takt, ger hann beinleiðis forførandi.
Við dunkandi rútmum kreyp herliga og kolasvarta lygusøgan um skøkjuna og prestin inn undir húðina á áhoyrarnum á ein hátt, sum gav seancuni nakað ekstatiskt yvir sær.
- Nú søgan er við at enda, havi eg hug at gevast, tí tá missi eg altíð tamarhaldið á søguni, messaði Búi móti endanum. Enn ein deilig lygn, tí var tað nakað, sum Búi ikki misti, so var tað tamarhaldið. Og sjálvt um áhoyararnir uttan iva vildu ynskt, at hann helt fram, dugir Búi eisini týðandi kynstrið at steðga. Beint har, beint tá – meðan leikur var best.
Visjón 2015 í skjaldrahami
So bergtakandi Budam enn vóru, so fingu teir harða kapping frá Carl Jóhan Jensen. Sjáldan eru upplesaragávurnar hjá Carl Jóhan komnar betri til sín rætt enn við nýskjaldrunum, hann hevði yrkt til høvið.
Tað var á einum frændafundi herfyri, at Carl Jóhan kom at hugsa um, at gamla, føroyska skjaldratraditiónin mest sum bara liggur óbrúkt og bíðar. Stórt spell, hugsaði hann, tí sum hann sigur
- Í skjaldrinum kunnu orð bronglast, orðalag toyggjast og snúgvast, samanhangir liðast sundur, uttan at teksturin gerst óskiljandi, men tvørturímóti gerst ríkari til merking og enntá beinraknari.
Onkur av skjaldunum, Carl Jóhan las á G!, vóru enduryrkingar av gamla skjaldrinum, “Eg setti meg í Gøtulíð” við innihaldsligum íblástri úr Visjón 2015 bóklinginum “Mál og Vegir”, ið kom út herfyri.
Eitt nú hetta:
valdið dansar deiga
sjálvsmenningin feiga;
alskyns javnar lúrintút
fólksins ognir inn og út;
fittar gentur, stórir dreingir
hugsa væl og leingi,
tjóð skal fáa nýggjan skógv
annan hæl, aðra tá,
fimtan borgir handan sýn,
tjúgu skip og kápu blá,
hartil spæl og gullingrýn,
ongan ampa,
onki brýggj;
Hey, hulladihey,
eingin neyð,
eingin neyð.
Tað er ikki frítt, at Carl Jóhan hevur funnið eitt gullkorn við at tríva í aldargomlu skjaldrini og geva teimum eitt “reyvskræðandi” politiskt innihald, sum hann málbar seg.
Óneyðugt er at siga, at hesi skjaldrini helst skulu hoyrast fyri at koma til sín rætt. Tað høvi fáa fólk aftur, tá Carl Jóhan fer at lesa onkur av nýskjaldrunum á Doktaragrund á Ólavsøku.
Hugbúr og kenslur
Millum framførslurnar var eisini Ole Wich við sínum Wichpedia 1.0. Listarligur íkastini hjá Ole Wich hava ofta kenst sum eitt fríkst lot í bæði ti politiska og tí listarliga kjakinum. Eftirhondini havi eg tó ilt við at svølgja hansara boðskapismu, sum ofta ríður á markinum til tað klisjékenda. Spell, tí nógv av hansara hugskotum eru bæði orginal og tankavekjandi. Eitt nú íkastið “Hugbúr”, sum eftir øllum at døma var ein ímynd av føroyskum snævurskygni og vantandi tolsemi. Men tá myndin av einum fugli í búri saman við boðunum, at her inni eru allir vegir tryggir, tað einasta vit óttast, er hurðin, sum stendur á gloppi, fylti rúmið, var ikki nógv eftir til hugflogið.
Av filmunum stóð “Intimate Immensity” eftir týsku Bettina Nurnberg eftir sum ein tann mest hugvekjandi, eftir mínum tykki. Við klippum, rútmum og ljóði vísti filmurin skiftandi kenslurnar hjá einum pari mótvegis hvør øðrum. Eitt gamalt snildi, gamaní, men gjørt á ein hátt, so áskoðarin gjørdi ivan og tvørrandi kenslurnar til sínar egnu. Eitt nú virkaði tað rættiliga sterkt og ørkymlandi at leggja ljóðmyndina frá ástarleikinum millum tey bæði inn yvir eina senu, har kuldi, frástøða og kensluloysi ráddi.
Misjøvn samanseting
Samanumtikið gjørdist samansetingin av filmslist og upplestri á “StagedivinG!” tiltakinum á G! ein heldur misjøvn uppliving, bæði hvat formi og listarligari góðsku viðvíkur. At tvær ymiskar listagreinar eru áhugaverdar hvør sær, merkir ikki, at tær verða dupult so áhugaverdar, um tær verða settar saman. Eftir mínum tykki taptu bæði filmslistin og upplesturin nakað til hvønn annan á “StagedivinG!”. Filmsklippini fingu neyvan ta hugsavnan frá áskoðararnum, ið tey høvdu uppiborið, meðan upplesararnir høvdu ilt við at byggja upp tað samspæl við áhoyrararnar, sum annars er ein týðandi partur av hesi listagrein. Til tað vóru skiftini millum film og upplestur ov mong.