Hetta er ein føðingardags heilsan til ommu okkara, Brynhild Hansen, sum verður 85 ár tann 1. mai.
Omma er dóttir Magdalenu og Tummas Jákup Thomsen á Geilabø. Hon var gift við Hans Hansen, vanliga nevndur Hans í Køkinum, ið var sonur Amandu og Elias Sofus Hansen í Køkinum.
Omma hevur verið og er eitt sera aktivt menniskja. Hon hevur lagt næstan lív og sál í tað, sum hon brennur fyri. Vit kunnu bara nevna Blásastovu, har hon arbeiddi yvir 30 ár, og Losjan Glotti, har hon í nógv ár hevur sitið í nevndini. Ja, sjálvt tá ið hon var 73 ár, var hon ein av leiðarunum í junior-deildini. Og ikki at gloyma Felagskórið Gøta /Leirvík, har hon sang í nógv ár saman ommudidd, Ragnu, og ommubeiggjunum, Hera og Ásmund.
Enn tann dag í dag gongur hon í bindiklubb, kanska tær ikki binda nógv, men har hon saman við øðrum situr og hugnar sær ein løtu.
Omma og abbi fingu 5 børn. Fýra dreingir og eina gentu. Tilamans eigur omma 11 ommubørn, 6 langommubørn. (á myndini situr Brynhild við langommudóttrini Brynhild)
Omma hevur altíð verið so góð við okkum ommubørnini. Tá ið vit vóru smærri, og foreldur okkara arbeiddu, var hon okkara pleygumamma. Hon gjørdi allari familjuni døgurða, og altíð var okkurt lekkurt omaná. Tá ið summarið var, fóru vit við henni oftani á útflugt, sum oftast bara niðan í bøin, sum er omanfyri húsini, men tað vóru sera hugnaligar løtur. Við okkum høvdu vit teppi og okkurt til matna.
Vit allar systranar svóvu nógv heima hjá ommu. Um tað so var vikuskifti ella mitt í viku. Hvønn morgun, tá ið vit skuldu í skúla, fór omma fyrst upp at gera morgunmatin kláran, og so stríðast við at fáa okkum upp. Og tað tók oftani tíð. Men eitt skuldu vit altíð hava tíð til, og tað var at biðja Faðir vár. Oftani bleiv tann bønin biðin á trappusteininum. Og so var runnið oman á keiina, har Torvald bíðaði eftir okkum.
Tá ið foreldur okkara og yngsta systurin fluttu niður at búgva, vóru vit báðar elstu eftir hjá ommu, tí vit vóru byrjaðar at ganga í skúlanum á Kambsdali. Tá var omma 76 ára gomul, og onki var henni óført. Vit høvdu oftani fleiri ung fólk við inn um kvøldarnar, og sótu langt út á næturnar, men ikki legði omma nakað í tað, og hon gjørdi okkum drekkamunn, og fór so bara í song.
Tá ið vit fingu jólaferiu, og skuldu vit fara niður til Danmarkar at halda jól, helt hon, at hon mátti koma við, eftirsum tað var fyrstu ferð hjá Báru við flúgvara. Tað vóru eini sera annaðleiðis jól, men sera hugnalig.
Omma hevur altíð dámað at verið úti í náttúruni, ja, tað má ein næstan, tá ið ein er bóndakona, tí altíð er tað okkurt at takast við. Líka til hon flutti niðan í Eldrasambýlið Gøtubrá, gekk hon túrar niðan á koyrivegin. Og nú tá ið hon býr í Gøtubrá, er ikki so langur vegur niðan á koyrivegin, har hon plagar at spáka sær ein túr.
Vit vilja enda við at siga takk fyri alt tað, ið tú ert fyri okkum, alt tað tú hevur gjørt fyri okkum, og alt tað tú hevur lært okkum.
Hjartaliga tillukku.
Ynskja ommudøturnar
Hervør, Hannipoula og Bára við fam.