Fiskivinna
Í mong ár hevur bryggjukanturin verið eitt ?grátt? øki, sum bert leysliga hevur
verið fyrisitin eftir matvørulógini.
- Møguleikarnir hjá okkum at gera krøv galdandi í sambandi við landing og
móttøku av ráfiski hava verið rættiliga avmarkaðir. Hetta hevur havt við sær, at
persónar og fyritøkur - uttan góðkenning og uttan neyðug móttøkuhøli - frítt
hava kunnað landað og tikið ímóti ráfiski frá skipum og bátum.
Hetta sigur matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í tíðindaskrivi.
- Men soleiðis verður tað ikki leingi aftrat, leggur starvsstovan aftrat.
Boðað verður frá, at sambært kunngerð nr. 122 frá 2001 verður nú bert loyvt
løggildaðum landingarmiðstøðum at landa og taka ímóti feskum fiski frá
fiskiførum. Loyvd verður tó ein skiftistíð fram til 1. september 2002 at seta
hølini ístand. Er neyðugt við útbygging og/ella umbygging, kann skiftistíðin
hálast út til, 31. desember 2002.
Góð undirtøka
- Løggilding av landingarmiðstøðum er eitt nýtt øki hjá okkum at fyrisita. Tí
stinga seg
upp rættiliga nógvir spurningar, sum støða skal takast til.
Starvsstovan fegnast tó um, at stovnurin hevur gott samskifti við nógvar partar
í vinnuni, eitt nú Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið. Hetta kemur
væl við, nú røðast skal við vinnuna um, hvussu farast kann fram fyri at náa
endamálinum.
- Nýggju reglurnar hava sum heild fingið sera góða undirtøku frá vinnuni og
samrøðurnar um, hvussu reglurnar skulu fyrisitast, hvørjar fyriskipanir skulu
gerast viðvíkjandi kanning av ráfiskinum á landingarmiðstøðunum, hvussu
ráfiskurin skal merkjast umborð, og hvussu henda merking kann varðveitast á
landi, hava verið sera konstruktivar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Víst verður á, at samrøðurnar við vinnuna um hesi viðurskifti fara at halda
fram, samstundis sum arbeitt verður við at hava eina ráðstevnu í oktober, har
spurningar um landingarmiðstøðir og góðskuna á fiski v.m. verða umrøddir.
16 umsóknir um løggilding
- Vit hava nú viðgjørt tær 16 umsóknirnar um løggilding frá landingarmiðstøðum
sum landa og móttaka feskan fisk, og í hesum sambandi hava vit verið á
eftirlitsvitjan hjá øllum umsøkjarunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at allir umsøkjararnir móttaka í hesum
døgum eitt bræv frá stovninum við krøvum um ábøtur á hølisviðurskiftini og um
aðrar fyriskipaðar treytir í sambandi við teirra arbeiði.
- Nakrar umsóknir verða ikki gingnar á møti, og tað merkir, sigur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at landing ikki kann fara fram á hesum plássum.
Starvsstovan heldur, at landingarmiðstøðirnar eru í eini lyklastøðu, og at
teirra arbeiði - áðrenn langt er umliðið - kann betra munandi um góðskuna av
okkara fiskavørum.
- Tær ráfiskakanningar, vit síðan ársbyrjan hava gjørt, vísa týðiliga, at
ábøtur krevjast, bæði á sjógvi og á landi.
Matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ásannar, at ein orsøk til
misjøvnu støðuna er, at almenna íkastið at skipa viðurkiftini betur hevur verið
rættiliga avmarkað.
- Men nú er so ein bati í eygsjón á hesum øki, sigur stovnurin í
tíðindaskrivinum.