Bátastevna verður í Vestmanna um vikuskiftið. Bryggjan í Vestmanna hevur skrá klára við tónleiki og øðrum, og er til reiðar at taka ímóti gestum. Fríggjakvøldið letur upp kl.17.00 og opið er til 04.00. Dansur byrjar kl.23.00 við Jens Marna, Paula og Henningi.
Leygardagin letur bryggjan upp kl.15.00 til 04.00. Har verður víst FA Cup finaluna millum Chelsea og Portsmouth og um kvøldið spæla Hjalmar, Neil og Dagfinn til dans. Sunnudagin letur Bryggjan upp kl. 18.00. Eisini verður køkurin opin allar dagarnar, har til ber at keypa pizza.