Brutu lyklaboks fyri at fáa fatur á lykli

Um midnáttarleitið síðstu nátt royndu nøkur fólk at fáa at lykli til hús í miðbýnum, men tey vórðu avdúkað

 

Talan var um hús í Tórsgøtu í Havn, sum kommunan eigur, har sum millum annað LGBT og Gómagott leiga. Uttanfyri eru lyklaboksir, og fólkini royndu at bróta lyklaboskirnar – uttan iva fyri at sleppa inn.

Ein persónur, ið á onkran hátt varðar av húsinum, kom fram á fólkini og boðaið løgregluni frá. 

Løgreglan kom á staðið, men tá vóru fólkini rýmd. Lyklarnar høvdu tey ikki fingið, so teimum bjargaði løgreglan.

– Vit hava ábendningar um, hvørjir persónarnir eru, og vit arbeiða við málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hann sigur, at talan er um herverk, og herverksfólkini skulu vænta at frætta frá løgregluni.