Brutu ikki reglurnar

Stovnurin, sum hevur eftirlit við virkseminum hjá bretsku løgregluni, sigur nú, at Paul Stephenson, fyrrverandi løgreglustjóri í London, breyt ongar reglur, tá løgreglan rannsakaði telefonlurtingina hjá blaðnum News of the World.

London-løgreglan hevur verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við kanningarnar, sum hon gjørdi í 2006 av telefonlurtingini hjá News of the World, og atfinningarnar harnðaðu aftur, tá gølan um telefonlurtingina kyknaði aftur av álvara í summar.

Paul Stephenson segði seg úr starvinum í síðsta mánað orsakað av sambandinum millum hann og fjølmiðlakongin Rupert Murdoch. Varamaðurin hjá Paul Stephenson, John Yates, og tveir aðrir løgreglumenn løgdu eisini frá sær, men eftirlitsstovnurin sigur nú, at eingin av teimum fýra breyt nakrar reglur.