Brutu fleiri reglur

Tað lítla flogfarið, sum datt niður á Bornholm fyri fjúrtan døgum síðani, breyt fleiri av teimum týdningarmestu reglunum. Eitt nú hevði flogskiparin ikki tey neyðugu loyvini, flogfarið hevði ikki góðkenning frá myndugleikunum, og so var bara ein flogskipari í flogfarinum, hóast reglurnar siga, at tað skulu vera í minsta lagi tveir.

-Vit hava ongantíð sæð nakað slíkt ta tíðina, skaðanevndin hevur verið til, sigur Jørn Asmussen hjá donsku skaðanevndini. Hann stendur fyri kanningunum í sambandi við vanlukkuna. Hann umrøður flúgvingina sum spøkilsflúgving og undrast á, at flogfarið fekk flúgviloyvi frá eftirlitinum aðrastaðni.

Um orsøkina til, at flogfarið datt niður, sigur skaðanevndin, at einki brennievni var eftir í tangunum.

Flogskiparin, sum er úr Meksiko, situr í varðhaldi í Danmark, meðan málið verður kannað.