Brúka valdagin at ganga Suðuroynna á tamb

Tey hava akkurát lagt á fjallið ímillum Hvalba og Sandvík og ætla at ganga heilt í Akraberg

 

Tað er so ymiskt, hvussu fólk fáa ein valdag at ganga.

 

Í Suðuroy hava fýra fólk gjørt av at brúka valdagin til nakað heilt serligt. Tey hava nevniliga gjørt av at brúka dagin til at ganga Suðuroy á tamb, úr einum enda í annan.

 

Tey byrja norðast í Suðuroy, í Sandvík, í morgun, og enda syðst í Oynni, í Akrabergi, einferð seint í kvøld

 

Tey fýra, Rúni Thomsen úr Hvalba, og tey trý havnarfólkini, Óluva Zacharisen úr Guðrun Eysturlíð og Pauli Djurholm, hava akkurát lagt í brekkuna á fjallinum ímillum Sandvík og Hvalba. Ætlanin er at ganga eftir teimum gomlu bygdagøtunum og tey vænta at sita í Akrabegi við einum kaffimunni umleið klokkan 22 ella klokkan 23 í kvøld, og lurta eftir endaligva valúrslitinum.

 

Rúni Thomsen sigur, at tað er ikki tilvitað, at tey hava valt valdagin til hesa ferðina.

 

- Tað var líka nógv tað, at veðrið er til vildar í dag. Hann sigur, at tað er eitt sindur gráligt í morgun, men at tað fer at klára upp.

 

At ganga Suðuroy á tamb, er ein gomul ætlan hjá Rúna Thomsen. Hann hevði gjørt seg kláran ein dagin í september, men tá versnaði hann veðrið heldur óvæntað, so tá avlýsti hann.

 

Men nú hava tey so lagt á fjøllini, og má val vera val. Men Rúni Thomsen sigur, at hann hevur gjørt sína demokratisku skyldu, og hevur longu atkvøtt við brævatkvøðu.