Fyrsta dagin fer Lærarafelagið fer helst at skriva undir nýggjan sáttmála og hann verður væntandi galdandi til 1. oktober í 2015
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið í morgun.
- Karmarnir í sáttmálanum eru í stóran mun givnir frammanundan, tí onnur feløg hava longu gjørt sáttmálar og vit hava ikki sett órímlig krøv, sigur hann.
Herálvur Jacobsen sigur, at tá ið hugsað verður um politisku raðfestingarnar og hugburðurin hjá landsins leiðslu, fer nevndin í Lærarafelagnum ikki at brúka orku uppá at billa limunum inn, at tað ber til at fáa annað og meiri enn hini feløgini hava fingið.
Lønarhækkingin er í stóran mun givin frammanundan, og tí hevur tað snúð seg um at raðfesta, hvørjar batar mann ger innan fyri karmin.
Formaðurin í Lærarafelagnum heldur tó, at tað er spell, at samráðingarnar einans snúgva seg um krónur og oyru.
- Var Mentamálaráðið virknari í samráðingunum, hevði hetta verið gylt høvi at samst um dagføringar og ábøtur í fólkaskúlanum, eisini ábøtur sum tað als ikki er rímiligt at krevja skulu gjaldast av lønarkarminum hjá lærarunum, sigur hann.
Umframt ein tvey ára sáttmála verður praktikkavtalan, sum hevur verið galdandi síðan 2005, endurskoðað og undirskrivað av nýggjum, sigur Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.