Bruix fekk metstóra bót fyri ólógliga fiskiveiði

Franski garnabáturin Bruix er tríggjar ferðir tikin fyri ólógliga fiskiveiði í føroyskum sjógvi, og seinast royndi skiparin rættiliga at koma sær undan sjóverjuni. Men við góðum samstarvi millum Fiskiveiðieftirlitið, Færøernes Kommando, skotsku sjóverjuna og løgregluna eydaðist at steðga franska veiðitjóvinum

Eftirlit

 

Av og á hoyra vit, at skip og bátar verða tikin fyri ólóga fiskiveiði í føroyskum sjógvi, og tað er ikki óvanligt, at onkur skipari hevur verið tikin meira enn ta einu ferðina.

Men søgan um franska veiðitjóvin og garnaskipið Bruix er samstundis søgan um, hvussu tað við góðum samstarvi millum fleiri myndugleikar eydnaðist at steðga hesum skipi, sum tilsamans tríggjar ferðir er tikið fyri ólógliga veiði í føroyskum sjógvi.

Søgan um Bruix byrjar fyri nøkrum árum síðan, men tað er serliga søgan um seinastu hendingina fyri umleið hálvum øðrum ári síðan, sum er áhugaverd.

 

Bruix aktaði ikki

Bruix, sum tvær ferðir áður er tikin fyri ólógliga veiði, hevur í februar 2007 gørnini standandi suður av Bill Baily, á leiðini suður ímóti altjóða sjógvi. Skipið hevur tá einki veiðiloyvi í føroyskum sjógvi.

Tað er sjóverjuskipið Hvidbjørnen, sum kemur fram á skipið og ólógliga reiðskapin hjá franska garnaskipinum.

Skiparin á Bruix fær boð um at fylgja við til lands, men tað vil hann ikki. Hann hevur heldur hug at sigla undan sjóverjuskipinum og stevnir móti skotska meginlandinum. Ávegis hendir mangt og hvat, og eitt nú leggur hann fyri Hvidbjørnen, so skipini bera saman.

 

Gott samstarv

Franski skiparin heldur nú leiðina fram, og at enda kemur hann inn um skotska 12 fjórðingamarkið, har Hvidbjørnen noyðist at gevast við jagstranini.

Nú koma so skotsku fiskiveiðimyndugleikarnir uppí leikin, og tá Bruix hevur lagt frystu garnaveiðina upp í skotskari havn, fer løgreglan í Føroyum saman við Interpool undir at steðga trailarum, sum koyra fiskin hjá skipinum.

Samstundis, sum Hvidbjørnen jagstrar Bruix, fer Tjaldrið hjá Fiskiveiðieftirlitinum suður á leiðirnar við Bill Baily at draga garnareiðskapin.

Søgan um hendingina við Bruix er søgan um fyrimyndarliga gott samstarv millum fiskiveiðimyndugleikar tvørtur um landamørk og millum løgreglu – eisini tvørtur um landamørk.

 

Størsta bótin

Hetta málið um Bruix, sum byrjaði í februar 2007, varð endaliga avgreitt í summar, tá skiparin rindaði bótina upp á út við 1,2 miljónir krónur - 233.000 krónur í bót umframt tiknan veiðireiðskap og aðrar útreiðslur upp fyri einar 960.000 krónur.

Tilsamans noyddist franski skiparin soleiðis at rinda út við 1,2 miljónir krónur, sum er higartil størsta bót, ið givin er fyri ólógliga fiskiveiði og tøku av reiðskapi í føroyskum sjógvi.

Skiparin tók umsíðir við sektaruppskotinum hjá ákæruvaldinum, og tí kemur málið ikki fyri í rættinum og er endaliga avgreitt.