Almannaráðið boðar í dag frá, at treytirnar fyri at fáa fíggjarligt frípláss innan barnaansing nú eru broyttar.
Verandi skipan hevur í ávísum førum havt við sær, at fólk við lágari inntøku kunnu koma út fyri, at tøka inntøkan lækkar, hóast skattskylduga inntøkan hækkar. Hetta kemst av, at tey missa rættin til frípláss, tá inntøkan hækkar.
Tí kunnu tey vera í eini støðu við lágari inntøku, sum tey ikki sjálvi kunnu koma burturúr, tí hóast tey eitt nú taka eina eyka vakt ella skifta til eitt betri lønt starv, fáa tey ikki betri fíggjarlig kor.
Taka vit til dømis støðuna hjá einum støkum uppihaldara við tveimum børnum í dagstovnaaldri, har skattskylduga inntøkan hækkar úr 20.000 upp í 25.000 kr. um mánaðin, so lækkar tøka inntøkan við uml. 400 kr. um mánaðin. Við øðrum orðum kann verandi skipan við fríplássum vera við til at halda støkum uppihaldarum læstum í eini láglønarstøðu.
Hetta verður nú broytt, soleiðis at ovara markið fyri, nær rætturin til frípláss fellur burtur, hækkar upp í umleið 330.000 kr. frá 1. august 2015 at rokna. Partarnir eru somuleiðis samdir um at kanna møguleikarnar fyri, um markið kann hækkast eftir trimum árum upp til umleið 400.000 kr.
Samstundis sum henda broyting verður framd, eru Almannamálaráðið og Kommunufelagið samd um at endurskoða skipanina við fíggjarligum fríplássi, og er ein arbeiðsbólkur settur í hesum sambandi.
Broytingin í kunngerðini um fíggjarligt frípláss verður lýst nú og fær gildi 1. august 2015.










