Bronsa til Sigrid

Lerwick: Hóast hon sjálv lat illa at seinastu runduni á 30 metrum, so var Sigrid Vang ósvikaliga trygt á bronsuplássinum í compound hjá kvinnum.
Við 1104 stigum hevði hon ikki færri enn 52 stig niður til fjórða plássið, so metallið var ongantíð í vanda.
Tað var tó heldur ikki soleiðis, at silvurið var so øgiliga nær. Her vann ein skjútti av Jersey sær stóran fyrimun á 70 metrum, og hendan helt hon alla tíðina fast um, soleiðis at munurin til Sigrid varð hildin við 25 stigum.