Broadway verður grønt

Borgarstjórin í New York , Michael Bloomberg, hevur syrgt fyri, at Broadway í næstum eisini verður grønt. Hann hevur nevniliga gjørt eina nýggja verkætlan, sum skal noyða sjónleikarhúsini at spara upp á streymin.

 

Broadway verður ofta kallað ?hvíti vegurin? vegna nógvu blendandu ljósini uttan fyri sjónleikarhúsini, men Bloomberg vil fegin hava, at kenda sjónleikaragøtan skjótt verður kend sum ?stóra grøna gøtan?.

 

Fyrsta stigið mótvegis hesum máli er at skifta út vanligu ljósketurnar við 10.000 elspariperur. Higartil hava 10 sjónleikarhús meldað seg til verkætlanina.