Tað hevur gingið sera gott hjá Britney í seinastuni og hetta hevur fingið plátufelag hennara, Jive Records, til at seta framskunda at útgeva nýggju fløgu hennara.
Eftir at hon seinastu tvey árini hevur havt stórar persónligar trupulleikar, sum heimurin hevur kunnað fylgt í fjølmiðlunum, sær tað nú til at at vera komin broyting í fyri Britney. Hon er byrjað at líkjast tí gomlu, vøkru Britney, sum fjepparir hennara kenna hana.
Upprunaliga var ætlanin, at komandi fløgan skuldi koma út í vár, men seinasta jaliga umtalan, sum Britney hevur fingið, hevur gjørt, at Jive Records hevur broytt meining.
Sunnukvøldið fekk Britney tríggjar prísir til MTV Video Music Awards og hetta hevur nokk verið við til at broyta avgerðina hjá felagnum.
Seinasta fløgan hjá Britney ?Blackout? kom út mitt undir trupulleikunum hjá Britney. Henda fløgan varð væl móttikin, men Britney megnaði ikki at selja eins nógvar fløgur og hon vanliga ger.
Fyrsta stakfløgan frá nýggju fløguni kemur væntandi út í november.