Brimil sleipaði Karen inn

Trolbáturin Karen boðaði frá maskintrupulleikum um middagsleiðtið í gjár. Teir hava verið úti til fiskiskap á landleiðini.

 

Teir vórðu tá staddir seks fjórðingar norður í Kallinum.

 

Brimil kom til Karen um 14 tíðina og sleipaði hann til Klaksvíkar.

 

Karen er skráttur í Hvalvík og hoyrir til í bólkinum 4T, trolbátar størri enn 40 tons á trolveiðu.