Tað er framvegis ongin loysn í eygsjón í trætuni ímillum Fíggjarmálastýrið øðrumegin og Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum Brimli.
Tað einasta, sum bæði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, eru hjartans samdir um, er, at tað stendur í botni og at ongin loysn er í eygsjón.
Krevja hægri løn
Sum kunnugt er tað lønin hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, sum ósemjan ímillum Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini snýr seg um.
Í sáttmálunum ímillum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið um teir, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni, stendur, at kemur nýtt skip í flotan, skal tað samráðast um, hvørja løn, manningin skal hava.
Men hesar samráðingar hava ikki ført til nakað og nú er støðan fullkomiliga fastlæst, og tá ið Sosialurin fór til prentingar í gjár var tað onki, sum bendi á, at nøkur loysn var í eygsjón, tí onki samband er ímillum partarnar.
Tað er serliga ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrinum hinumegin, at ósemjan er stór.
Starvsmannafelagið, sum hevur dekkararnar undir sær, er eisini í samráðingum við fíggjarmálastýrið.
-Vit eru ikki samd, men tær samráðingarnar ganga sína gongd. Og eg vænti ikki, at vit fara at enda í eini so vónleysari støðu við Starvsmannafelagnum, sum vit eru endað í við Skipara- og Navigatørfelagnum og Maskinmeistarafelagnum, sigur Karsten Hansen.
Slett ikki uppá tal
Hinvegin heldur Karsten Hansen, at lønarkrøvini frá navigatørunum og maskinmeistarunum eru so ógvuslig, at tað ber ikki til.
- Talan er um lønarkrøv uppá 30-40% og tað kemur slett ikki uppá tal.Tey verða ikki so frægt sum tikin til viðgerðar, sigur Karsten Hansen.
- At gingið slíkum krøvum á møti hevði verið ein áheitan til feløgini á arbeiðsmarknaðin um at seta lønarkrøv fram í úrtíð, tá í tey halda seg hava fingið ov lítið í teimum vanligu sáttmálasamráðingunum, og tað ber ikki til.
- Tað, sum hetta snýr seg um, er, at feløgini vilja brúka Brimil sum jarnbrot fyri at fáa eina munandi lønarhækking, eisini hjá teimum, sum sigla við Tjaldrinum. Vit hava fingið at vita, at feløgini krevja, at teir, sum sigla við Tjaldrinum skulu fáa somu løn sum teir við Brimli, og slík mannagongd kann ikki góðtakast.
Hinvegin sigur Ellintur Abrahamsen, at tað er so lítil munur á lønunum hjá yvirmonnunum og hjá dekkarunum, at tað er neyðugt at fáa viðurskiftini í rættlag.
- Í 1977 var skiparalønin runt roknað yvir 50% hægri enn hjá einum dekkara. Í dag er hesin munur minkaður niður í nøkur og 20% og tað er alt ov lítið. Nú eru vit komin í ta støðu, at yvirmenninir á Vaktar- og Bjargingartænastuni fáa tað sama í bruttoløn, sum yvirmenn uttanlands, sum vit kunnu samanbera okkum við, hava eftir í løn, tá ið skatturin er goldin, og tað verður als ikki góðtikið.
Karsten Hansen viðgongur, at lønin hjá yvirmonnunum er ikki góð.
-Men tað er ikki eitt mál sum skal loysast nú. Tað skal loysast undir vanligum sáttmálasamráðingum.
Hann ásannar, at Brimil er størri, krevur meiri manning, er betri útgjørdur og hevur størri maskinu enn Tjaldrið, so fíggjarmálastýrið er sinnað at geva teimum ískoyti fyri tað. Hvussu gott tilboðið er, vil hann ikki siga. Ellintur Abrahamsen sigur, at tilboðið frá Fíggjarmálastýrinum kann slett ikki góðtakast.
Enn er ongin fundur avtalaður ímillum fíggjarmálastýrið og feløgini.
Ellintur Abrahamsen vísir á, at tað stendur í sjólógini, at tað er reiðarin, sum skal syrgja fyri, at skrivlig avtala er við teir, sum skulu manna eitt skip.
- Tí er tað Fíggjarmálastýrið, sum skal kalla saman til fundar. Men Karsten Hansen sigur, at enn er onki at halda fund um.