Tí mátti kanadiumaðurin Alex leypa á land við endanum. Høgætt var og rættiliga frískur og kaldur vindur, og onkur helt fyri, at kanska var tað Tróndur gamli, sum royndi at blása hendan óbodna gestin úaftur. Men hóast kanadiumaðurin Alex hevði ilt við at standa á beinunum, eydnaðist tað honum og hansara feløgum á tí sjáldsama dekkinum at gera fast. Teir tóku heldur ongan kjans, tí í morgun lá Brigitte Bardot við bryggjuna við fimm endum framman.
Brigitte Bardot er neyvan heldur tann flótandi gesturin, sum er best sæddur við bryggjuna í Norðragøtu. Hinumegin víkina er sandurin í Syðrugøtu, sum er góð hvalvág, og tað er lítið at ivast í, at gøtumenn vildu heldur sæð eina grind koma inn á víkina enn tað løgna farið, hóast navnið neyvan ræðir menn burtur.
Nú Brigitte Bardot er komin til bygdina, er tað kanska frægast, at hvalirnir halda sær uttan fyri tey bæði nesini.