Leygardagin 30. januar 2021 vóru 7-9 umfar av FM kappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali. Hetta kappingarárið eru 8 lið við í kappingini, sum er skipað soleiðis at øll spæla 2 dystir á 20 spøl móti hvørjum øðrum. Sostatt skulu leikast í alt 14 umfør og tann sum tá er fremstur verður føroyameistari.
Úrslitini hetta vikuskiftið vóru hesi:
Umfar 7:
Jassarnir – Oddmar Danielsen 1,37 – 18,63
Salomon Johansen – Suðuroyar Bridgefelag 14,58 – 5,42
Bogi Simonsen – Danny Danielsen 17,19 – 2,81
Allan Dal-Christiansen – Dánjal Pauli Mohr 8,41 – 11,59
Umfar 8:
Oddmar Danielsen – Dánjal Pauli Mohr 7,70 – 12,30
Allan Dal-Christiansen – Danny Danielsen 19,00 – 1,00
Bogi Simonsen – Suðuroyar Bridgefelag 15,45 – 4,55
Salomon Johansen – Jassarnir 5,61 – 14,39
Umfar 9:
Salomon Johansen – Oddmar Danielsen 5,80 – 14,20
Jassarnir – Bogi Simonsen 3,62 – 16,38
Suðuroyar Bridgefelag – Allan Dal-Christiansen 0,28 – 19,72
Danny Danielsen – Dánjal Pauli Mohr 0,83 – 19,17
Støðan eftir fyrstu 9 umførini er hendan:
1. Dánjal Pauli Mohr 152,68 stig
2. Allan Dal-Christiansen 136,44 stig
3. Bogi Simonsen 132,06 stig
4. Oddmar Danielsen 77,64 stig
5. Salomon Johansen 73,27 stig
6. Danny Danielsen 62,39 stig
7. Suðuroyar Bridgefelag 49,07 stig
8. Jassarnir 36,45 stig
Komandi 2 umførini í FM kappingini fyri lið verða leikt í Suðurðy leygardagin 20. februar 2021 og byrja verður kl. 11.00.
Lutakast til Steypakappingina:
Lutakastið til steypakappingina háttaði seg soleiðis at hesi lið møtast í fjórðingsfinalurnum:
Mortan Sólheim - Allan Dal-Christiansen
Finn Ougaard - Bogi Simonsen
Henriette Svenstrup - Egil Sondum
Jassarnir - Robert Langgaard
Fjórðingsfinalurnar skulu vera avgreiddar í seinasta lagi 1. mars 2021. Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar 13. mars 2021.