Brian fegnast um dystin

Hóast úrslitið ikki er nakað at rópa hurrá fyri, so er Brian Kerr ikki skuffaður eftir dystin í gjár

- Eg eri fegin um, at vit hava spælt dystin og at eg fekk møguleikan at síggja leikararnar spæla saman, áðrenn vit fara til Luksemburg. Tað segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, tá vit eftir dystin í gjár spurdu hann, hvussu hann var nøgdur.
Ein sigur er altíð góður at fáa, ikki minst hjá føroyska landsliðnum, men tá hugsað verður um mótstøðuliðið, so var tað á ongan hátt imponerandi, tað føroyska landsliðið skapti frameftir vøllinum. Hesum er landsliðsvenjarin ikki heilt ósamdur í, men hann vísir samstundis á, at føroyska liðið ikki gav nevniverdar kjansir til B1908.
- So eg eri ikki skuffaður um avrikið, sigur hann. Hetta ikki minst tí, at leikararnir hava havt eina strævna skrá seinastu dagarnar, vil Brian Kerr vera við. Teir vandu í mánadagin og flugu til Danmarkar, umframt at tær eisini høvdu eina harða venjing týsmorgunin fyri dystin.
– Tað setir síni spor, sigur Brian Kerr.

Vildi hava tvey lið
Brian Kerr harmast tó um, at tað ikki eydnaðist honum at savna 22 leikarar til dystin í gjár, soleiðis at hann kundi stilla við tveimum ymiskum liðum. Eitt fyri og eitt eftir steðgin.
– Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen og Tórður Thomsen koma ikki fyrr enn vit fara til Luksemburg, umframt at Jákup á Borg eisini fekk ein skaða og ikki kundi spæla. So tí kendist tað eitt sindur undarligt, at eg noyddist at gera skiftingarnar soleiðis sum eg gjørdi, tá eg annars hevði ætlað nakað annað, greiðir hann frá.
At tað vóru júst Jóhan Troest Davidsen, Jann Ingi Petersen, Gunnar Nielsen og Jónas Þór Næs, sum spældu allan dystin, var tó ikki av tilvild.
– NSÍ spældi dyst fríggjakvøldið og tí hava teir havt ein steðg. Gunnar Nielsen hevur fingið summarfrí og hevur ikki spælt í langa tíð, og tað sama er galdandi hjá Jónas Þór Næs, sum ikki fær so nógva spælitíð. Tí kundu teir allir spæla allan dystin uttan trupulleikar, sigur Brian Kerr.
Føroyska ferðalagið fór til Luksemburg tíðliga í morgun. Seinnapartin í dag er ætlanin at teir skulu venja, tað sama skulu teir hósdagin áðrenn venjingardystur verður á skránni fríggjakvøldið.