Bretskir hermenn lagdir undir barnadráp

Bretskir hermenn verða nú lagdir undir at hava skotið fýra dreingir í afghonsku bygdini Loi Bagh undir einum átaki har tann 18. oktober í ár.

Bretska blaðið The Guardian skrivar, at dreingirnir, sum vóru 12, 14, 16 og 18 ára gamlir, sótu og fingu sær te, tá teir vórðu skotnir. Nú hava avvarðandi hjá dreingjunum fingið sær ein sakførara, og hann hevur sent bretska verjumálaráðharranum, Philip Hammond, bræv við kravi um, at málið verður kannað.

-Hermenninir vóru tætt hjá dreingjunum, tá teir skutu, og hetta hendi í einum øki, sum bretski herurin hevði eftirlit við og ræðið á, skrivar sakførarin, Tessa Gregory, millum annað í brævinum.

Sambært The Guardian hevur NATO-leiðslan í Afghanistan váttað, at hermenn vóru í Loi Bagh tann 18. oktober. Talsmaðurin hjá NATO-herdeildunum, Adam Wojak, skal hava sagt, at hermenninir gjørdu av við fýra Taliban-hermenn, og at tað hendi í bardaga. Men hesum vísa avvarðandi hjá teimum fýra dreingjunum aftur.

-Teir fýra dreingirnir høvdu einki við uppreistrarmenn at gera. Hetta vóru ósekir tannáringar, skrivar Tessa Gregory í brævinum til bretska verjumálaráðharran.