Olja
Um álvari verður gjørdur burtur úr ætlanini at leggja eykaskatt á oljufeløgini, sum virka í bretskum øki, verður tað bráddliga meira attraktivt fyri feløgini at gera íløgur í oljuleiting aðrastaðni í heiminum, og hetta kann so eisini blíva áhugavert fyri Føroyaøkið. Sosialurin skilur, at ein avleiðing av hesum kann blíva, at oljufeløgini fara at vísa størri áhuga fyri leiting við Føroyar. Sama vil so eisini verða galdandi fyri norska, danska og hálendska landgrunnin.
Taka vit føroyska partafelagsskattin fyri oljufeløg er hann 27%. Verandi partafelagsskattur í Bretlandi er 30%, so við nýggju hækkingini, sum stjórnin skjýtur upp, kemur hann uppá heili 40% tvs. 13% hægri enn tann føroyski. Føroyaøkið blívur harvið meira kappingarført og attraktivttá tað um henda skattin umræður.
Hetta kann koma væl við hjá eitt nú italska oljufelagnum, Agip, sum skal til at bora sín fyrsta brunn í føroyskum øki næsta ár. Eftir tveir turrar brunnar á landgrunninum í fjør er tørvur eisini á at fáa onkran nýggjan ljósglotta. Ein heppin boring hjá Hess í bretskum øki nær føroyska markinum í næsta mánað kann fáa avgerandi týdning fyri komandi áhugan fyri føroyska økinum. Og kemur nú ein stór skattahækking á oljufeløg í bretskum øki, kann tað økja áhugan fyri føroyska landgrunninum, og harvið eisini fyri boringini hjá Agip næsta ár.
Tað hevur felagið helst eisini brúk fyri, tí sum er stendur tað nærum einsamalt við øllum váðanum, tá tað fer undir eina boring, sum kann koma at kosta einar 200 mill. kr. Agip stendur fyri 93% av lisensinum, Føroya Kolvetni fyri 7% men við møguleika fyri at hækka tað uppí umleið 20%. Millum oljufólk verður tó mett, at tað hevur stóran týdning fyri eitt felag sum Agip, hóast tað er stórt, at tað fær okkurt annað stórt oljufeløg sum partnara og sum harvið kann taka ein part av váðanum. Tað er heilt óvanligt, at eitt felag stendur fyri nærum øllum váðanum, tá borað verður í einum heilt nýggjum øki og haraftrat úti á djúpum vatni. So hvør veit: skattahækkingin í Bretlandi kann hava positivar avleiðingar fyri oljuleitingina her hjá okkum, bæði uppá stytri og longri sikt sikt siga keldur í oljuvinnuni, sum blaðið hevur tosað við.










