Bretland: Yvirgangshandtøkur

Bretska politiið hevur handtikið ein 14 ára gamlan drong og eina 16 ára gamla gentu, sum eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað yvirgang.

Bretska politiið hevur handtikið ein 14 ára gamlan drong og eina 16 ára gamla gentu, sum eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað yvirgang.

 

Tey bæði blivu handtikin í Manchester um páskahalguna, men eru leyslatin aftur ímóti borgan og skulu rokna við at verða avhoyrd aftur í næsta mánaði.

 

Samstundis hevur politiið avhoyringar av seks fólkum, sum langafríggjadag blivu handtikin í enska havnarbýnum Dover, veit AP-tíðindastovan at siga.

 

Fyrr í páskavikuni blivu níggju bretskir borgarar, sum allir hoyra til somu familju, handtiknir í Turkalandi, tá teir royndu at sleppa um markið til Sýria.

 

Illgruni er um, at hesir níggju bretsku borgararnir ætlaðu at sleppa til Sýria fyri har at fara upp í part við yvirgangsherinum Islamskum Stati.