Bretland skal samstarva við londini norðanfyri

Bylgjurnar gingu ofta høgt undir makrelstríðnum, sum var frá 2007-2014. Skotsku fiskimennirnar í uppsjóvarvinnuni vórðu ikki blíðir við okkara politikkarar og fiskimenn, sum teir skýrdu fyri at verða sjórænarar, sum stjólu teirra fisk. Eftir at avtala var gjørd partanna millum, var framvegis ein ónøgd hjá skotum, at føroyingar høvdu fingið ov góða avtalu.

 

Bretski fiskimálaráðharrin, Michael Gove, sum var í Føroyum fyrradagin og í gjár, vildi ikki beinleiðis svara uppá hetta, men hann segði, at hansara ørindi vórðu, at visa føroyingar um, at Bretland vildi samstarv og vildi arbeiða saman við hinum londunum í norðuratlantshavinum.

 

- Vit vilja samstarva við Føroyar, eins væl og við Íslands og Norra og hini londini í norðuri. Vit hava eina felagsábyrgd av sjóøkinum. Tí mæla vit til eitt gott samstarv um hetta økið og um annað, so sum gransking innan tað sama, segði Michael Gove.

 

Høgni Hoydal og Michael Gove høvdu eisini ein fund meðan bretski fiskimálaráðharrin vitjaði í Føroyum. Báðir hava eisini víst á, at teir ynskja eitt samstarv millum londini.