Bretski búskapurin missir ferð fram ímóti brexit.
Tað vísa tøl frá Britain’s Office for National Statistics. Tað er bretska hagstovan.
– Um vit síggja gongdina seinastu árini, so er vøksturin steðgaður til tað lægsta í 10 ár, sigur talsmaður fyri Office for National Statistics sambært Reuters.
Seinastu trý árini hava verið merkt av óvissu í sambandi við, at landið skal úr ES – her eisini hvørjar treytir verða galdandi framyvir. Tað hevur serliga sæst aftur í íløgum hjá feløgunum.
Hyggja vit eftir gongdini seinasta ársfjórðingin, so vaks bretski búskapurin 0,3 prosent samanborið við annan ársfjórðing. Tað skyldast góðari framgongd í juli. Vøksturin var negativur bæði í august og í september.
Í oktober atkvøddi meirilutin í bretska tjóðartinginum fyri brexit-avtaluni hjá Boris Johnson. Enn er hon tó ikki samtykt.
Áðrenn hon kanska kemur upp á pláss, so skulu bretar á val 12. desember at velja nýtt tjóðarting.
Brexit er nú útsett til 31. janauar. Bretar kunnu fara úr ES áðrenn, um skilnaðaravtalan verður góðkend fyri ta tíð.
/ritzau/