Formaðurin í konservativa flokkinum í Bretlandi, David Cameron, sum eftir øllum at døma verður landsins næsti forsætisráðharri, staðfesti í gjár, at flokkurin hevur slept ætlanini at lata bretsku veljararnar sleppa at taka støðu til Lissabon-sáttmálan á einari fólkaatkvøðu.
Cameron hevur fyrr kravt fólkaatkvøðu um sáttmálan, men nú Kekkia hevur staðfest hann, hevur hann slept kravinum.
Tann konservativi formaðurin sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at forkoma ES, men at hann og hansara flokkur vilja avmarka rættindini hjá ES at leggja seg út í bretskt lóggávuarbeiði, sum hann tók til.