Nógvar ferðsluvanlukkur hava verið í Føroyum, og í fleiri førum hava tað verið blaðung fólk, sum hava latið lív.
Trý ung fólk eru takksom fyri, at tey øll komu livandi frá einum ferðsluóhappi á Strondum sunnunáttina 2. desember.
- Tað er heilt vist, at ein hægri hond hevur hildið hondina yvir okkum, sigur Sámal F. Bláhamar, sum koyrdi bilin hesa ólukku náttina.
Hann gongur á kokkaskúla í Klaksvík, og av tí at foreldrini vóru farin av landinum, var hann tað vikuskiftið og feraðist hjá ommuni og abbanum á Strondum.
Og hann hevði bil teirra, ein Nissan Qashqai.
Um kvøldið fóru hann og ein genta ein biltúr og koyrdu Skálafjørðin upp og niður.
Nakað seinni kom ein vinkona teirra aftur frá jólaborðhaldi á Viðareiði, og tey fóru eftir henni, tá ið hon var komin aftur við bussinum.
Tey koyrdu eina løtu runt á Strondum, har væl var grivið og gott at koyra.
Spældi við bilinum
Hann hevði spælt sær eina løtu við bilinum í kavanum, og so fekk hann hug at fara oman á bryggjuna at spæla, tí økið var so stórt.
Ferðin var ikki meira enn 40-59 km um tíman.
- Tað kom púra óvart a meg, at har var gler. Eg royndi at venda og bremsa, og tað skal man barasta ikki gera. Men panikkur kom á meg, sigur Sámal F. Bláhamar.
Bryggjukanturin var ikki nóg høgur til at steðga bilinum, sum fór á sjógv.
Sámal og Erlu sótu framman í bilinum, og tað eydnaðist teimum ikki at fáa hurðarnar framman upp, tí trýstið av sjónum var so stórt.
Men tað, sum bjargaði teimum var, at Óluva, sum sat aftan, tilvitað ella ótilvitað hevur koyrt hurðina upp, áðrenn aftari endi á bilinum er farin undir.
Tað gingu nøkur frá sekund, so vóru øll sloppin út úr bilinum. Óluva var so rólig, at hon fór inn aftur í bilinum eftir eini tasku.
Heppin
- Var bilurin endaður á takinum ella á síðuni, hevði verið verri vorðið.
Bilurin lá einar fimm metrar úr landi, og tey trú svumu inn móti bryggjuni.
- Tá vóru góð ráð dýr, tí tað vóru minst tveir metrar upp, og har var eingin stigi ella nakað. Og so var tað myrkt, bara ein lyktapeli á bryggjuni, sigur Sámal F. Bláhamar.
Hann sá sum einasta møguleika at vera at klúgva upp á eitt lastbiladekk, sum hekk við bryggjuna. Tað eydnaðist, men genturnar vóru ikki mentar at gera tað sama, so vátar og tungar í sjónum, sum tær vóru. Tað eydnaðist hon at hála fyrst aðra og so hina gentuna upp, og tær kluvu so víðari upp á bryggjuna.
- Fleiri hava spurt okkum, um vit ikki vóru køld. Nei, vit føldu ongan kulda, helst tí vit vóru so skelkað.
Telefonir teirra virkaði ikki, so tey fingu ikki givið boð frá sær. Tey fóru tí til gongu niðan móti bygdini.
Av tilvild kom ein maður í bili koyrandi, og tey steðgaðu honum.
Á Landssjúkrahúsið
Hann ringdi beinanvegin 112, segði, hvat var hent, og at tey øll høvdu tað gott og sótu í bili hansara.
Maðurin tók tey við heim til sín, vakti konuna, og tey ungu fólkini vórðu ballað inn í handklæði og teppi, og tey fingu ein heitan temunn.
Hálvan tíma seinni kom sjúkrabilurin.
- Sjálvt um vit sóu út til at hava tað gott, vildu portørarnir hava okkum á Landssjúkrahúsið, tí tað kundi koma okkurt aftaná, søgdu teir og koyrdu okkum suður við útrykningini.
Á Landssjúkrahúsinum vórðu tey kannað væl og virðiliga og vórðu útskrivað út á morgunin.
- Omma, abbi og fastir komu til okkum á sjúkrahúsinum, og vit fóru so øll trý heim til ommu og abba at sova.
Øll vóru skelkað, men aftur við morgunmatinum settu tey seg at tosa alt, sum hent var, væl ígjøgnum.
Tær báðar genturnar fóru heim, og seinnapartin fór Sámal inn á Skála til fastrina og mannin, og tey trý fóru so øll trý út á Strendur og oman á bryggjuna, tí tey vildu hava hann at tora aftur at koyra.
- Øll bryggjan var glerstoytt og var hálari enn nøkur hálkubreyt. Vit sóu eisini bilin liggja á botninum.
Sámal sigur, at foreldrini beinanvegin søgdu, at hann ikki skuldi hugsa um, at bilurin var farin fyri einki. Ein bilur hevði einki at týða, tí tað einasta, sum taldi, var, at tey vóru komin frá óhappinum við lívinum.
Sámal F. Bláhamar heldur, at sjálvt um hann bara hevur havt koyrikort í eitt hálvt ár, dugir hann væl at koyra. Men royndirnar eru ikki nógvar, tí hesar mánaðirnar hann hevur búð í Klaksvík hevur hann ikki havt nakran bil. Og hann hevur als ongar royndir at koyra á hálum vegum.
- Tað má koma ein hálkubreyt. Tað skuldi verið krav, at eingin fekk koyrikort, fyrr enn tey høvdu lært hálkukoyring.
Takksamur
Sámal F. Bláhamar sigur, at enn hevur hann ikki havt trupulleikar av hendingini. Hann hevur ongantíð havt marruna ella nakað, men tað kann koma enn. Men hann hugsar nógv um tað.
- Eg eri so takksamur, hugsi nógv meira um lívið nú og dugi betur at virðismeta tað.
Tað hevur eisini gjørt væl, at hann og 16 ára gomlu vinkonurnar Erla og Óluva hava tosað nógv saman um tað, sum hendi.
- Tað er heilt vist, at bandið okkara millum er nógv styrkt.
Sámal er somuleiðis takksamur fyri alla ta hjálp, sum tey hava fingið, og hann takkar øllum, sum hava hugsað um tey og nógva stuðlinum frá skyldfólki og vinfólki.
Hann hevur sitið við róðrið í bili aftur, men hugurin at koyra er ikki tann sami. Hann sigur, at hann ongantíð hevur koyrt skjótt, og tað ger hann als ikki nú.
- Nú koyri eg næstan sunnudagskoyring.