Breivik ikki í tað vanliga fongslið

Norsku myndugleikarnir hava gjørt av, at Anders Behring Breivik skal sita avbyrgdur í Ila-fongslinum uttan fyri Oslo tær næstu vikurnar. Upprunaliga skuldi hann sita í Ringerike-fongslinum, har landsins ringastu brotsmenn eru, men haðani hevði Breivik havt útsýni út yvir Tyrifjørðin, har Utøya er, og tað hildu myndugleikarnir ikki vera hóskandi.

Sambært blaðnum VG fær Anders Behring Breivik ein kliva við einari song, einum borði og einum stóli. Hann fær vitjan av vaktarmonnum fleiri ferðir um tíman fyri at tryggja, at hann ikki skal taka lívið av sær.

Rætturin í Oslo hevur gjørt av, at Anders Behring Breivik skal sita átta vikur í varðhaldi, tær fyrstu fýra avbyrgdur.