Sakførarin hjá Anders Behring Breivik, Geir Lippestad, gjørdist heimskendur, tá hann umboðaði hópdrápsmannin, men nú er hann í djúpari sorg. 17 ára gamla dótturin, Rebekka, er deyð eftir fleiri árs sjúku.
- Lippestad og øll familjan eru í djúpari sorg. Hann ynskir at brúka alla sína megi at koma yvir sorgina. Hann ynskir eisini, at sorgin skal vera privat. Hann er ikki sakførari nú, hann er pápi, sigur starvsfelagin, Vibeke Hein Bæra við norska blaðið, VG.
Dótturin er fødd við einum álvarsligum muskulbreki, og hevur fleiri ferðir ligið fyri deyðanum. Fyri seks árum síðani hildu lunguni uppat at virka, og familjan skuldi taka støðu til, um gentan skuldi hava pínustillandi heilivág og doyggja, ella um hon skuldi leggjast í respirator. Familjan valdi síðst nevnda, men hósdagin tapti 17 ára gamla Rebekka dystin.
- Geir Lippestad er í djúpari sorg og ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið, men sigur, at familjan skilir og góðtekur, at miðlarnir umrøða deyðsfallið, sigur Vibeke Hein Bæra