Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um broytingar í heimastýrislógini. Flokkurin ætlar, at uppskotið skal hava við sær, at føroyskt verður staðfest sum tjóðarmál í Føroyum.
Móttøkan av uppskotinum var góð, tá fyrsta viðgerð var í tinginum fríggjadagin, og málið er nú í uttanlandsnevndini, sum skal viðgera tað víðari.
- Sambandsflokkurin tekur fult undir við hesum uppskotinum, og vit fegnast um, at Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at rætta mannagongdin verður brúkt í hesum máli, sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins.
Óli Breckmann tekur eisini væl ímóti uppskotinum, og undir viðgerðini á tingið segði hann, at um eitt samt løgting tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, verður danska stjórnin noydd at eftirlíka føroyska ynskinum.
Heimastýrislógin í nógv ár
Jóannes Eidesgaard legði vegna Javnaðarflokkin uppskotið fyri tingið í síðstu viku.
Í uppskotinum verður sagt, at heitast skal á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um støðuna hjá føroyska málinum í Føroyum.
Landsstýrið skal gera semju við donsku stjórnina um, at lagt verður fyri løgtingið og fólkatingið uppskot til broyting í heimastýrislógini soleiðis, at grein 11 í lógini fær orðingina, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jóannes Eidesgaard, at líkt er til, at heimastýrislógin verður politiskur veruleiki næstu 15 til 20 árini, eftir at landsstýrið gjørdi semju í fullveldismálinum fyrst í november mánaði.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tá europeiski sáttmálin um økismál og minnilutamál varð staðfestur, fekk føroyska málið ivasaman heiður. Danski uttanríkisráðharrin vísti til orðingina í grein 11, tá føroyskt gjørdist høvuðsmál og ikki tjóðarmál.
- Verður grein 11 í heimastýrislógin broytt, so má yvirlýsingin eisini broytast. Nakað er tí litið okkum upp í hendur at fáa avgreitt sigur Jóannes Eidesgaard.
Stóran týdning
Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum leggur eins og Óli Breckmann upp til, at eitt samt løgting kann samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum í Sjálvstýrisflokkinum, at føroysk verður staðfest sum tjóðarmál hjá føroyingum, og at rættarstøðan í hesum máli verður staðfest, sigur Jákup Sverri Kass, løgtinsmaður.
Umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum tóku ikki eins væl undir við uppskotinum.
Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, lovaði at geva uppskotinum eina sakliga viðgerð í uttanlandsnevndini, men hann segði seg ivast í, um landsstýrið kundi koma nakran veg við málinum.
- Landsstýrið stríðist longu nú við at vinna føroyska málinum sín rætt, men tað er gjøgnum fullveldistilgongdina og ikki gjøgnum heimastýrislógina, og tí kann hetta uppskotið tykjast sum dupultkonfekt, sigur Anita á Fríðriksmørk, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er nú uttanlandsnevndini, har tað verður viðgjørt.