- Okkara ynski er, at allir borgarar í kommununi skulu hava sama møguleika at útvega sær breiðhand internetsamband. Tí vendu vit okkum til Føroya Tele við ynski um, at borgarar í Tórshavnar Kommunu, sum búgva í Norðradali, Kirkjubø og í Nólsoy fingu møguleika tekna sær breiðbandshald.
Hetta segði Heðin Mortensen á samkomu á borgarstjóraskrivstovuni fríggjamorgunin, í sambandi við, at breiðbandsambandið alment varð tikið í nýtslu.
Heðin Mortensen sigur, at tað var eftir áheitan frá borgarum, at málið varð tikið upp.
- Við breiðbandi fáa borgararnir betri og skjótari internet. Við breiðbandi er skjótt og lætt at senda og fáa teldupost við myndum ella sjónbandaklippum, at heinta myndir ella forrit, at lurta eftir tónleiki ella at spæla, eins og heimasíðurnar koma skjótari fram, segði Heðin Mortensen.