Tónleikur
Útvarpsstøðin Breakthru Radio í New York, hevur sett seg í samband við 25 ára gomlu havnargentuna Rannvá Jacobsen, um at spæla hennara tónleik, skrivar Dimma.fo
Rannvá Jacobsen er ein av nógvum føroyskum einstaklingum og tónleikabólkum, ið hevur ein tónleikaprofil á Myspace.com. Profilurin hjá Ránnvá varð stovnaður 11. november í ár, og á honum liggja tvey løg. Hesið løg Longsul og The Austronaut høvdu ikki ligið leingi á síðuni, tá eitt umboð fyri amerikansku útvarpsrásina setti seg í samband við Ránnvá, skrivar Dimma.fo
Útvarpsstøðin hevur áleið 4 milliónir lurtarar og spælir nógvan nýggjan óheftan tónleik.
Rannvá fær sambært Dimma.fo ongan pening fyri hetta, tí útvarpsstøðin fingið loyvi, at nýta tónleikin uttan kostnað. Men tað er greitt, at hetta er gott fyri útbreiðsluna av navninum Rannvá Jacobsen.
Í hesum sambandi var Rannvá í farnu viku í upptøkuhøli saman við James Olsen, Kristoffur Mørkøre og Kim Hansen og spældi tvey løg afturat inn, skrivar Dimma.fo.
Í føroyskum høpi er Rannvá Jacobsen kend m.a. úr bólkinum PH 5,5 og sum einstaklingur á spælistøðum og barrum kring Havnina, har hon hevur undirhildið við sínum kassagittara.