Brasilskur fótbóltsleikari dømdur fyri morð

Brasilski fótbóltsleikarin, Bruno Fernandes, er dømdur 22 ára fongsul fyri at hava skipa fyri drápinum á einari fyrrverandi unnustu. Hann varð eisini funnin sekur í at hava goymt líkið av Eliza Samudio og av hava burturflutt son teirra í 2010.

 

Fyrrverandi Flamengo málverjin játtaði fyri at vera vitandi um, at Samudio var kvald og at líkið varð tveitt fyri hundar, men noktaði fyri at hava ordrað drápið. Hann segði, at tveir aðrir ákærdir í málinum høvdu gjørt av við fyrrverandi unnustu sína.

 

Málið er sera væl dekkað í miðlunum og minnir í stóran mun heimskenda rættarmálinum móti O. J. Simpson í USA.

 

Fernandes var ógvuliga væl dámdur millum viðhaldsfólkið hjá Flamengo, og roknað var við, at hann fór at verða við í brasilska hópinum við HM á heimavølli ì 2014.