Brasiliumaður fær ikki arbeiðsloyvi orsaka av allari umsitingar-frumskógini

Alla hesa øldini hevur brasilski Clayton Soares verið við til at mynda føroyskan fótbólt, Hesi undanfarnu árini Clayton Soares hevur spælt við B71, 07Vestur og ÌF, hevur hann eisini havt vanlig arbeiði, fyri at kunna vinna sær eina liviliga upphædd.

Familjan hjá Clayton Soares heima í Brasilia er nógv tengd at inntøkunum hann fær vunnið sær í Føroyum.

Men í skrivandi stund hevur Clayton Soares einki arbeiðsloyvi, hóast hann hevur verið her gjøgnum 12 ár, og hevur verið fyrimyndarligur á bæði fótbóltsvallum, og í gerandisdegnum annars.

Fyrr í dag vitjaði formaðurin í ÌF, sum hevur sáttmála við Clayton Soares sendingina "3. hálvleikur" á Rás2. Her greiddi Magnus Jørmundson frá allari umsitingar-frumskógini, sum teir í ÌF hava verið ígjøgnum, fyri at fáa arbeiðsloyvið hjá Clayton Soares uppá pláss.

Magnus hevur upplivað at verða avgreiddur frá útlendingastovuni í Føroyum til Udlændingeservice í Danmark, har hann er sendur runt til tjúgu tals ymisk fólk, har hann má fortelja um málið av nýggjum hvørja ferð. Hann hevur eisini verið fleiri túrar á løgreglustøðuni í Runavík, og hann hevur sett í samband við ymiskar politikkarar, so Clayton Soares kann sleppa burturúr hesari ræðuligu støðuni.

Ì Brasil rinda foreldur fyri skúlan hjá børnunum, og fellur peningurin ikki rættstundis, so verða børnini blakaði úr skúlanum. Tí er tað sera umráðandi fyri Clayton Soares, at málið verður loyst sum skjótast.

Tað ber til at hoyra prátið við ÍF-formannin, Magnus Jørmundson um hetta serliga málið í ljóðbrotinum undir greinini.