Brasil fingið sannleikanevnd

Forsetin í Brasil, Dilma Rousseff, valdi í gjár eina sokallaða sannleikanevnd, sum sum millum annað skal rannsaka brot, sum fyrrverandi hernaðarstýrini gjørdu á mannarættindini. Fleiri túsund fólk vórðu pínd í fongslunum, og fleiri hundrað hvurvu sporleyst.

Dilma Rousseff (myndin) kunngjørdi avgerð sína á einum serligum tiltaki í høvuðsstaðnum Brasilia, har fýra fyrrverandi forsetar vóru hjástaddir. Hon segði, at nevndin skal kanna mannarættindabrot, sum myndugleikarnir framdu í árunum frá 1946 til 1988 við serligum denti á tíðarskeiðið frá 1964 til 1985, tá generalar stýrdu landinum.

Tað brasilska hernaðarstýrið var ikki so harðrent sum hernaðarstýrini í Argentina og Kili, men hildið verður, at umleið 500 fólk hvurvu tey árini, generalarnir sótu við ræðið. Fleiri túsund vórðu sett í fongsul og illa viðfarin, teirra millum Dilma Rousseff sjálv, og onnur mistu síni rættindi ella vórðu send í útlegd.

Forsetin sigur, at avgerðin at skipa sannleikanevndina hevur einki við hevnd at gera, men at endamálið er at fáa sannleikan fram í ljósið. Nevndin skal lata forsetanum eina frágreiðing um tvey ár.