Í dag vóru Brandur Hendriksson Olasen, Viljormur Davidsen og hinir á besta fótbóltsliðnum í Helsingborg hinumegin Oyrasund. Ørindini vóru at spæla venjingardyst ímóti FC Nordsjælland, sum eigur heimavøll í Farum.
Meðan FC Nordsjælland og hini í superliguni fara undir seinnu hálvu av landskappingini longu næsta vikuskiftið, so verður tað ikki farið undir nýggja landskapping í Svøríki fyrr enn fyrsta vikuskiftið í apríl.
Í Danmark er kappingarárið frá juli og til mai, og í Svøríki er kappingarárið álmanakkaárið. Tað var í heyst, at Brandur Hendriksson Olsen og Helsingborg IF vunnu uppflyting í bestu deildina. Síðani tá er Viljormur Davidsen lagstur aftrat. Hann flutti fyrr í ár úr Vejle Boldklub og til Helsingborg.
Í dag vóru báðir teir føroysku landsliðsspælararnir millum teir fyrstu ellivu. FC Nordsjælland vann 4-2, og Brandur Hendriksson Olsen legði gestirnar á odda 1-0, og tað var eisini Brandur, sum fram ímóti dystarenda minkaði um munin til 4-2.