- Viðhvørt kemur man til ein krossveg í lívinum, har man má velja, hvønn veg leiðin framá skal bera. Við ein slíkan krossveg eri eg í dag. Í 10 ár havi eg umboðað Fólkaflokkin í Sandoynni. Soleiðis verður ikki framyvir. Eg havi í dag boðað flokkinum frá at strika meg sum lim í flokkinum.
Soleiðis skrivar Brandur Sandoy á sínum facebook-vanga fyri løtu síðan.
- Øll árini á tingi havi eg gjørt mítt allarbesta, fyrst og fremst fyri Sandoynna, og síðan fyri alt landið. Vegurin, sum Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni, ber mær ikki til persónliga at fylgja. Tí skiljast leiðir í dag.
Brandur Sandoy nýtir eisini høvi at takka øllum teimum mongu, sum hava víst honum álit við sínari atkvøðu á teimum valum, har hann hevur stillað upp.
- Tað hevur verið ein sonn æra at umboða tykkum og Sandoynna. Eisini vil eg takka nevndini í Sandoyar Fólkafloksfelag fyri framúr samstarv og stuðul.
Hann ásannar, at politikkur hevur fylt sera nógv í lívinum hesi seinastu 12 árini. Einasta orsøk til, at hetta hevur latið seg gjørt, er tí, at familjan hevur verið aftan fyri og hevur stuðlað og hjálpt.
- Hvagar leiðin nú ber, er óvist. Kanska okkurt spennandi bjóðar seg. Tiltikið er, at har ein hurð letur aftur, letur onnur upp, sigur Brandur Sandoy, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.