Um ein mánað verður farið undir landskappingina í fótbólti í Svøríki. Hósdagin í síðstu viku fór Helsingborg IF, felagið hjá tveimum føroyskum landsliðsspælarum, suður til Spania á venjingarlegu.
Helsingborg ferðalagið heldur til í Marbella. Umframt venjingar í góðveðrinum eru tveir venjingardystir á skránni.
Tann fyrri varð spældur í gjár, og báðir teir føroysku landsliðsspælararnir vóru millum teir fyrstu ellivu, tá ið Helsingborg spældi ímóti norska meistaraliðnum Tromsö IL. Viljormur Davidsen var vongverji í vinstru allan dystin á tamb, og Brandur Hendriksson Olsen var á miðvøllinum, inntil hann ein minutt undan leikloki varð skiftur út.
Merkisvert var tað, at Brandur H. Olsen í gjár var liðformaður hjá Helsingborg.
Eftir málleysan fyrra hálvleik var úrslitið 1-1. Tíðliga í seinna hálvleiki átti Brandur H. Olsen uppleggið, tá ið Helsingborg legði seg á odda, og fram ímóti dystarenda javnaði Tromsö IL.
Seinni dysturin á venjingarleguni hjá Helsingborg IF í Marbella í Spania verður leygardagin, tá ið mótstøðuliðið verður finska FC Honka.









