Poppsangarin E-type og forsangarin í Vikingarna, Christer Sjøgren, eru nakrir av teimum Brandur Enni fer at kappast ímóti í svenska Grand Prixinum 9 februar næsta ár. Brandur skal luttaka við sanginum ?Lullaby?, sum royndu tónleikarirnir Henrik Wikstrøm og Kristian Lagerstrøm hava skriva.
Brandur hevur búð í Svøríki í nøkur ár, og er har komin í samband við nøkur plátufeløg, ið hava víst honum stóran áhugað.
Nú er so klárt at hann skal kappast í Grand Prixinum í Svøríki. Semifinalan hann luttekur í verður hildin í Gøteborg 9 februar.
Lesið meira um hetta í dagsins Sosiali.