Í ÍtróttarSosialinum, sum kom á gøtuna í gjár saman við Sosialinum, er ein gjøgnumgongd av teimum tíggju landsdystunum í undankappingini til EM 2020. ÍtróttarSosialurin hevur verið til hvønn dyst og givið spælarametingar. Tá tær verða lagdar saman, so hevur Brandur Hendriksson verið okkara besti landsliðsspælari.
Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 2. Desember 2019
Landsliðsfótbólturin hevur lagt seg, eftir tíggju dystir í undankappingini til EM 2020. Tað byrjaði longu í mars mánaði og síðani hava vit spælt tíggju dystir, har tann seinasti var um miðjan november móti Svøríki.
Tað sæst eisini á spælarametingunum, at tað hevur verið eitt misjavnt kappingarár hjá landsliðnum. Talan er helst um fýra ella fimm góðkend avrik, meðan restin ikki hevur verið góðkent.
Brandur Hendriksson hevur fingið hægst spælarameting í miðal við 5.9 av 10, sum er hægsta metingin.
Eisini verður ársins landslið sett eftir spælarametingunum.











